Einki er, sum tað var.
Tað man ikki hava verið vanligt, at menn, sum vóru á báti, sóu kavbát á havinum.
Soleiðis er tað nokk heldur ikki í dag.
Men, seint í dag, áðrenn tað fór at skýma, sóu fólk í Skálavík hendan kavbátin eystanfyri bygdina.
Viðhefta mynd liggur á einum Facebook-vanga í kvøld, og onkur lesari spyr á tráðnum, um hetta er Trump ella Putin.
Eitt sindur løgið kann tað vera, og viðhvørt er alt bara tann reina tilvild.
##med2##
Á sama tráði, sum myndin úr Skálavík liggur, hevur ein annar lesari eisini postað eina mynd av kavbátinum - tikin úr luftini.
Myndin er tikin úr flogfarinum hjá Atlantic Airways, meðan flogið varð yvir Føroyum, og tey bíðaðu eftir at lenda.
Sambært lesarum á In.fo í kvøld, er kavbáturin eisini sæddur av Smyrli.
##med3##













