Gunnar var liðskipari í stórsigri hjá Víkingi Reykjavík

Víkingur Reykjavík skoraði øll málini í seinna hálvleiki

Mynd: Víkingur Reykjavík

Gunnar Vatnhamar var í kvøld liðskipari, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík á Víkingsvøllinum vunnu stórsigur 4-0 á Akranesi. Víkingur skoraði øll málini í seinna hálvleiki. 

 

Elías Már Ómarsson syrgdi fyri fyrsta og fjórða málinum. Valdimar Þór Ingimundarson økti til 2-0, og Viktor Örlygur Andrason økti til 3-0.

 

Víkingur er næstfremst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini við 10 stigum fyri fýra dystir. KR er fremst við fullum stigatali, 12 stigum. 

 

Ari í Haraldsstovu Petersen sat aftur á beinkinum sum eykamálverji í kvøld, tá liðið hjá honum, ÍBV tapti 1-5 fyri Fram á útivølli. So enn hevur Ari ikki spælt fyrsta dystin í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. 

 

ÍBV hevur bert eitt stig fyri fýra dystir. 

 

 

 

 

 

Mynd: Víkingur Reykjavík