Sera sjáldsamur hummari

Tað er bara ein hummari av 50 milliónum, ið kann síggja soleiðis út, sum hesin hummarin ger

Ein hummari av sera sjáldsomum slag er veiddur út fyri amerikansku eysturstrondini herfyri.

 

Tað er serliga liturin - ella arvafrøðiliga mutatiónin - sum er so serstøk. Hummarin er nevniliga tvílittur.

 

Netsíðan UPI og Popular Science skriva, at tað er bara ein hummari av 50 milliónum, ið sær soleiðis út, sum hesin hummarin ger.

 

Tað var Wellfleet Shellfish Company, ið fekk hummaran, sum síðan er latin livandi til Woods Hole Science-akvariumið.

 

Her sleppur hummarin at liva restina av sínari ævi og kann síggjast av øllum, sum koma um hesar leiðir.

 

Sagt verður, at hummarin saktans kann vera bæði ein hann og ein hon-hummari, soleiðis at hann ikki er kynsførur.

 

Dan Brandt hjá Wellfleet Shellfish Company sigur, at ofta livir hummari ikki so leingi, sum er øðrvísi littur enn vanligt.

 

- Tá missur hann kamufjasjuna, sum skal verja hann í umhvørvinum, sum hann livur í, sigur hann.

 

Lagt verður aftrat, at ein hon-hummari av hesum slag kann gerast 70 ára gamal, og ein hann-hummari kann gerast 40 ára gamal.