Fyrrapartin í gjár endaðu ein bussur og ein persónbilur úti í Seinen-ánni í Fraklandi.
Hetta hendi í økinum, sum verður rópt Juvisy-sur-Orge.
Le Parisien skrivar, at bussførarin, sum var undir upplæring, var óheppin og tók eina skeiva avgerð, tá óhappið hendi.
Bussurin koyrdi á ein parkeraðan persónbil, og bæði bussur og bilur endaðu úti í Seinen-ánni.
Eingin var í parkeraða bilinum.
Øll tey fýra fólkini, sum vóru í bussinum, vórðu bjargað av fólki, sum komu á staðið, skrivar Le Parisien.










