Talan var um onkra ósemju millum tveir persónar, sum førdi til, at eitt harðskapsmál varð fráboðað løgregluni um midnáttarleitið. Tá løgreglan kom á staðið, vóru persónarnir farnir, og tí fekk løgreglan ikki fatur á persónunum, og tí er heldur eingin handtikin. Hetta var ein hending, sum fór fram úti í miðbýnum í Havn. Málið verður nú kannað nærri, sigur vaktleiðarin á politistøðini.
Í gjárkvøldið tók løgreglan eitt prutl í Runavík, sum varð kannað, tí tað koyrdi ov skjótt. Løgreglan staðfesti, at prutlið var »bygnaðarbroytt«, sum tað eitur á politimálið, tá eitthvørt er gjørt við prutlið soleiðis, at tað koyrir skjótari enn loyvt er. Markið fyri smá prutl er 35 km um tíman.
Hetta prutlið varð sett á rullufjølini hjá løgregluni, sum vísir, hvussu skjótt prutlið kann koyra, og tað er prógv fyri slíkum lógarbrotum.










