Ein granskingarfrágreiðing hjá norska Havgranskingarstovninum vísir, at ljóð kann brúkast effektivt til at halda mastrarhvali og øðrum hvalasløgum burtur frá fiskireiðskapi.
Nú verður eisini mælt til, at fiskivinnan á sjógvi tekur hesa tøkni í brúk - serliga í sildafiskiskapi við nót.
Kystmagasinet.no skrivar, at tað eru dramatiskar hendingar, tá hvalur kemur í nótina, bæði fyri djóravælferðina og fyri fiskimenn. Nú finst kunnleiki og tøkni, sum kann minka munandi um trupulleikarnar við hvali, sum nærkast nótini.
Norska kringvarpið hevur gjørt burturúr, at fleiri mastrarhvalir og aðrir hvalur enda uppi í nótini gjøgnum árið, og serliga sæst hetta í sildafiskiskapi.
Nú fyriliggur so ein nýggj granskingarverkætlan hjá Havgranskingarstovninum, sum FHF (Fiskeri- og Havbruksnæringens Forskningsfinansiering) í Noregi hevur fíggjað.
- Her er ljóðtøkni roynt, sum vísir seg at halda hvali burtur frá nót og fiskireiðskapi annars, veit www.kystmagasinet.no at siga.
Á norsku heimasíðuni liggur ein størri grein um hetta og tær royndir, sum eru gjørdar við at brúka styggiljóð móti hvali í fiskiskapi.











