1 millión krónur til flóttafólk

Á landsstýrisfundi í morgun var avgjørt at senda eina millión krónur til at hjálpa flóttafólkunum í Miðjarahavinum.

Sorgarleikurin í Miðjarðarhavinum hevur eisini nátt inn um gátt í landsstýrinum.

 

Jenis av Rana, løgtingslimur fyri Miðflokkin, heitti mánakvøldið á landsstýrið um at játta pening til neyðhjálp til hjálparfelagsskapir í økinum, umframt at umhugsa møguleikan at senda eitt føroyskt skip at hjálpa til.

 

Málið var umrøtt á landsstýrisfundi í morgun, og sambært Karsteni Hansen, landsstýrismanni í heilsumálum, sum eisini varðar av føroysku neyðhjálpini, so varð í morgun avgjørt at geva eina millión krónur til tey neyðstøddu í Miðjarðarhavinum.

- Pengarnir verða sendir til onkran hjálparfelagsskap í økinum, og vit eru nú í ferð við at kanna, hvar teir munnu muna best, sigur Karsten Hansen.

 

Hann greiðir frá, at 350.000 krónur verða fluttar av kontuni fyri neyðhjálp, meðan tær írestandi 650.000 krónurnar verða nýttar av kontuni fyri menningarhjálp, sum løgmaður varðar av.

- Ein tílík flyting skal leggjast fyri Løgtingið, men væntandi verður eingin trupulleiki at fáa meiriluta fyri at gera hana, sigur hann.

 

Møguleikin at senda føroysk skip í Miðjarðarhavið at hjálpa til við bjargingararbeiðinum var eisini umrøddur, men sambært Karsteni Hansen varð eingin støða tikin hesum viðvíkjandi.