Í gjár var 1. umfar í Skúlafótbólti, sum Vágs kommuna skipar fyro í Marghøllini í Vági. 300 næmingar luttóku í 1. umfari, sum var fyri 6. flokkarnar.
Útvið 250 skúlabørn og lærarar komu suður við Smyrli tíðliga mikumorgun. Við bussi varð leiðin løgd til Vágs, í nýggju Marghøllina inni á Oyrunum í Vági. Í Marghøllina bjóðaði Dennis Holm, borgarstjóri, vælkomin og so varð farið ígongd við at spæla fótbólt, og spælt varð í útvið seks tímar, skrivar Vágs kommuna í tíðindaskrivi.
Fleiri finalistar funnir
Fyrst spældu gentuliðini og dreingjaliðini, síðani blandaði lið – og tá kappingin varð endað, vóru fyrstu finalistarnir til stóra finaludagin í mai 2019, funnir.
Gentufinalan hjá 6. flokki verður millum SvL 188 frá Skúlanum við Løgmannabreyt, og Girl Power frá Sankta Frans Skúla. Dreingjafinalan hjá 6. flokki verður eisini ímillum lið frá Skúlanum við Løgmannabreyt og Sankta Frans Skúla: SvL 2 frá Skúlanum við Løgmannabreyt ímóti Mbappe dreingjum frá Sankta Frans Skúla.
Í blandaðu liðunum verður talan um finaluumfar í mai 2019, har hálvfinalur og finala verða á skrá. Og tey fýra liðini, sum hava vunnið seg víðari til finaluumfarið hjá blandaðum liðum í 6. flokki eru: Hoy1, Hoyvíkar Skúli, Hoy2, Hoyvíkar Skúli, Skráli, Skála Skúli og Team SAF, Skúlin á Fløtum.
- Umframt at spæla fótbólt, so vóru børnini eisini og svumu í Páls Høll – og fóru tey fleiri enn 300 børn og vaksin væl nøgd til húsa aftur eftir ein góðan og søguríkan dag í Marghøllini í Vági, sigur Dennis Holm, borgarstjóri í Vágs kommunu.
Næsta umfar í Skúlafótbólti verður mikudagin 31. oktober, tá 4. flokkar fara at kappast í Marghøllini í Vági. Tilmeldingarfreistin til kappingina hjá 4. flokki er í morgin.