10.000 flóttafólk eru druknað í Miðjarðarhavninum síðani 2014 í royndini at náa evropeisku strendurnar. Tað upplýsir ST í eini kanning, ið stovnurin júst hevur kunngjørt.
Síðani hetta fyribrigdi við øktum tali av siglingum tvørturum Miðjarðarhavið byrjaði í 2014 eru 10.000 fólk deyð, sigur Adrian Edwards, talsmaður fyri UNHCR, ST stovnin fyri flóttafólk.
Hóast flóttafólkastreymurin í ár ikki hevur verið eins ógvusligur sum undanfarna ár, so eru hundraðtals flóttafólk deyð síðstu vikurnar.
Fríggjadagin funnu libyskir myndugleikar yvir hundrað deyð flóttafólk á eini strond í Libya, og sama dag koppaði ein bátur nærhendis griksku oynna Kreta. Hóast umleið 300 fólk vórðu bjargaði tá, so verður mett, at tvífalt so nógv fólk vóru umborð á bátinum, tá tey fóru úr Afrika. Tað skrivar NRK.