Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk skulu taka, men øll taka í minsta lagi tríggjar tablettir um dagin. Í trimum tablettum eru tilsamans 999 milligram av karnitintilskoti, sum tey umleið 150 fólkini hava fyri neyðini, tí tey hava fingið staðfest sjúkuna Carnitin Transporter Defekt, betur kent sum CTD.
Afturat teimum koma so tey, sum taka karnitintilskot, sjálvt um tey ikki hava fingið staðfest CTD. Tey flestu keypa tilskotið í hondkeypi á apotekunum, men summi fáa tað upp á resept frá teirra kommunulækna.
– Hetta verður ikki gjørt eftir viðmæli frá heilsumyndugleikunum, men av tí at karnitintilskot ikki tykist hava nakra skaðiliga ávirkan, hava vit ikki mælt fólki frá at taka karnitin, sjálvt um tey ikki hava tað fyri neyðini, sigur Jan Rasmussen, lækni. Hann er hjálparlækni á Medisinska Deplinum á Landssjúkrahúsinum og Ph.d. lesandi við verkætlanini: CTD í Føroyum
28.000 kannað
Til fyri nøkrum fáum árum síðani var CTD eitt at kalla ókent fyribrigdi í Føroyum. Barnalæknarnir á Landssjúkrahúsinum høvdu tó gjørt vart við sjúkuna í longri tíð, og tosað varð um at gera í minsta lagi eina screening av nýføðingum. Men einki spurdist burturúr tá. Tað var heldur ikki bara í Føroyum, at læknar vistu um CTD. Eisini á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn vistu yvirlæknar um sjúkuna.
Men um summarið í 2009 kom vend í. Ein ung kvinna doyði av sjúkuni, og harafturat vísti tað seg, at ein ungur føroyingur var deyður av CTD í Keypmannahavn árið fyri,og at systir hansara var deyð av sjúkuni nøkur ár frammanundan. Hesir tilburðirnir vístu, at vaksin fólk kundu doyggja av sjúkuni, og sum ein beinleiðis avleiðing av hesum og trýsti frá almenninginum fóru myndugleikarnir undir eina stóra fólkakanning á heysti í 2009.
Tilsamans umleið 28.000 fólk lótu seg kanna við einari blóðroynd, sum varð tikin á sjúkrahúsunum, og ein rannsóknarstova í Hannover í Týsklandi kannaði síðani, hvussu nógv frítt karnitin fólk høvdu í blóðinum. Var nøgdin minni enn eitt vist, so varð tann, ið átti royndina, innkallaður til eina ílegukanning fyri CTD, og var hon posotiv, hevði persónurin CTD og skuldi viðgerast við karntintilskoti. Umframt blóðkanningina vórðu sjúklingarnir kannaðir við hjartaskanning og fyri hjartarútmuna.
Serføroyskt
Í sambandi við orðaskiftið um CTD hevur sjúkan ofta verið umrødd sum "tann føroyska sjúkan". Heilt serføroysk er hon ikki, men tað er ein sannroynd, at ongastaðni í heiminum eru tilburðirnir so nógvir samanborið við fólkatalið sum í Føroyum.
– Vit plaga at siga, at umleið ein av hvørjum 300 í Føroyum hevur CTD. Aðrastaðni tosa tey um ein av hvørjum 40.000. Tað er eisini staðfest, at millum 10 og 15 føroyingar eru deyðir av sjúkuni, sigur Jan Rasmussen.
Tað er eisini greitt, at ílegurnar fyri CTD stava frá fyrndartíð, at tær tí eru spjaddar um alt landið.