Ítróttarvedding
Samanlagt spældu føroyingar fyri áleið tað sama sum undanfarna ár. Stórur partur av hesum verður verandi í landinum. Umframt at hepnir vinnarar í Føroyum vunnu pening, koma so eisini provisiónir til føroysku sølustøðini og gjald fyri samskifti til Føroya Tele.
Aftur at hesum kundi smápartafelagið Ítróttavedding seinnapartin mikudagin eisini lata heilar 10,2 milliónir krónur til barna- og ungdómsarbeiði, soleiðis sum felagnum er álagt.
Hesir pengar verða latnir trimum móttakarum, sum eru Ítróttasamband Føroya við 6,12 milliónum krónum og Føroya Ungdómsráð og Mentamálaráðnum, ið fáa 2,04 milliónir krónur í part.
Petur Elias Petersen, stjóri í Ítróttavedding, fegnast um, at heilar 10,2 milliónir krónur eru at býta út eftir góða árið í fjør. Hetta er tað mesta nakrantíð, og man koma á eitt turt stað hjá ungdómsfelagskapunum og ítróttini.
Á aðalfundinum var eisini nevndarval á skránni. Limirnir í nevndini vera valdir fyri eitt tvey ára skeið, og bleiv øll nevndin afturvald.
Nevndarlimirnir eru: Petur Elias Petersen , Tórfinn Højgaard,Hans Petur Joensen og Heðin Mortensen umboðandi Ítróttasamband Føroya, Søren Pram Sørensen umboðandi Føroya Landstýri, Sigmund Poulsen og Jan Dam Vang og umboðandi Føroya Ungdómsráð.
Fegnir móttakarar
Størsta ?bitan av køkuni? fær Ítróttasamband Føroya, sum hesa ferð fekk 6,12 milliónir krónur. ÍSF-forsetin Heðin Mortensen sigur, at hesin peningur kemur sera væl við.
- Ja, henda upphæddin kemur á eitt sera turt stað, men vit skulu nokk fáa brúkt hetta skilagott. Vit hava ein býtislykil, ið gevur sersambondunum hvør sína upphædd, sigur Heðin Mortensen.
Hans Michael í Mittúni var eisini fegin um, at taka ímóti kekki áljóðandi 2.04 milliónir krónur.
- Vit hava eina reglugerð, ið limafeløgini skulu ganga eftir, tá tey søkja um at fáa burtur av hesum peninginum, ið bæði kemur teimum limafeløgunum, lokalfeløgunum og serligum og øðrvísi tiltøkum til góðar.
- Feløgini eru ófør at søkja, so hvørt oyra fer til barna- og ungdómsarbeiði hjá okkara limum. Eisini stimbrar hetta undir feløgini at mennast, tí bæði limatal og virksemi hava ávirkan á, hvussu nógv tey kunnu fáa í sín part.
Triði partaeigarin, ið eisini fær 2,04 milliónir krónur frá Ítróttavedding, er Mentamálaráðið. Jóan Petur Hentze, fulltrúi, sigur tað vera nógv, tey kunnu brúka peningin til.
- Fyrr í vár lýsti Mentamálaráðið eftir umsóknum, og einar 100 umsóknir eru komnar inn. Hetta sigur eitt sindur um tað stóra virksemið, ið er á barna- og ungdómsmentanarøkinum úti um landið. Eingin ivi er um, at veddingarpengarnir seinnu árini hava verið við til at ment hetta økið munandi, sigur Jóan Petur Hentze, sum fegnast um, at barna- og ungdómsmentanin er vorðin sjónligari. Fleiri av verkætlanunum eru sera áhugaverdar, og fevna um alt frá tónleiki, filmslist, konsertferðum, mentanarstevnum av ymsum slag bert fyri at nevna nakrar.