Týsdagin 14.apríl byrjar stríðsítróttargreinin Taekwondo í Søldarfjarðar skúla, og høvuðsvenjarin er 10 ára gamli Høgni Kunoy Dávason, sum sjálvur hevur svart belti í Taekwondo og hevur íðka síðani hann var seks ára gamal.
Familjan flutti til Føroyar at búgva fyri jól, og Høgni hevur saknað at íðka Teakwondo. Hóast sín unga aldur hevur Høgni arbeitt sum bæði fyrsti venjari og sum hjalparvenjari í avíkavist Danmark og Singapore, og hevur leingi havt hendan dreymin um at byrja sítt egna felag.
- Um dreymarnir eru soleiðis at tað ber til so er ongin grund til at sláa teir niður, sigur mamma Høgna, Noomi Kunoy Heradóttir, álvarsom. Hatta kann bara gera gott fyri okkum øll, og vit fara bæði foreldrini og systrarnar at ganga til venjing.
Taekwondo hevur sín uppruna í Korea, og í ítróttinum verður stórur dentur lagdur á tann asiatiska hugsunarhátint og lívstílin. Hesin fremur heilsu, vælverðu, virðing, lýdni og eyðmjúkleika. Hesi virðini eru rótfest í Taekwondo.
Noomi greiðir frá, at mong halda at stríðsítróttur er nátturliga er atsøkin, men hetta er heldur øvugt. Bæði foreldur Høgna hava appelsingult belti í ítróttargreinini og hjálpa og stuðla Høgna í arbeiðinum.
At akta foreldur, venjara, lærara og tey eldru er eitt stórt plus og er viriðsmett í Taekwondo. Eisini er dentur lagdur á virðing fyri náttúruni, samfelagnum, fólki. Ikki at gera nakað sum niðurbrýtur likamið og ikki arga onnur.
- Í stuttum gongur tað út uppá at ansar sær sjálvum og eftir øðrum, sigur hon.
- Vit fara varliga fram og fáa hjálp frá danska Ol-Kjemparanum Romuald Philip Reyes. Venjingin er týs- og hósdagar og tað eru tveir aldursbólkar. Børn 6-9 ár venja klokkan 17-18 og børn 10-12 venja klokkan 18-19:30, sigur hon.
- Grundin til at vit eru farin undir hetta er so at Høgni skal sleppa at venja meir, tí tað heldur honum í góðum formi, greiðir Noomi frá.
- Høgni er so ræðuliga spentur. Hann er so glaður fyri tað og minnist hvussu tað var at byrja og hvusu spennandi tað var. Hann hopar at øll fara at dáma tað líka væl sum hann ger, sigur mamman.