Ivist í, um fólk yvirhøvur eru greið um, hvat gongur fyri seg í løtuni í føroyskum politikki.? ?Samgongan og landsstýrismenn, oysa illa fyrireikað og óviðgjørd mál niðan í tingið. Mál, sum tilsamana kosta langt omanfyri milliardina, men har landsstýrið onki boð hevur um, hvussu tey skulu fíggjast frameftir.? ?Tí heitti undirritaði vegna Tjóðveldi á løgtingsformannin fríggjadagin um at kalla allar floksformenn saman at steðga vitloysinum, áðrenn ongin vegur er aftur.? ?Tildømis eru mál, sum áleggja landskassanum meira enn 400 milliónir kr. eyka í útreiðslum árliga í 2010, 2011 og 2012 á ávísum økjum – uttan at nøkur langtíðarfíggjarætlan er gjørd. Og tá er als ikki roknað við neyðugum uppraðfestingum innan týdningarmikil øki, sum heilsuverk, útbúgving, gransking, mentan og almannaverk.? ?Samstundis heldur samgongan fast um at samtykkja skattalættar fram í tíðina, sum næsta ár kosta landi og kommunum nærum 400 mió. kr. í mun til 2004.? ?Brúka embætisverkið at reka ábyrgdarleyst valstríð?Í øðrum londum hevði tað beinanvegin verðið skotið niður, um ein ábyrgdarleys andstøða gjørdi slíkt. Sjálvandi hevði verið kravt, at fíggjarætlan varð gjørd, sum hekk saman.? ?Men her er altso talan um, at løgmaður og landsstýrismenn, sum sambært lóg hava rættarliga ábyrgd av at fyrisita á fullgóðan hátt, fremja slíkt skilaloysi og ábyrgdarloysi.? ?Løgmaður og landsstýrismenn brúka almennu fyrisitingina at reka valstríð fyri seg sjálvar og sínar flokkar.? ?Og hvussu kunnu teir haldast til svars fyri hesi mál, sum koma í gildi eftir, at teir hava lagt frá sær? Tá rokningin og ábyrgdin fyri at finna pengarnar, verða skumpað yvir á komandi løgting og ættarlið?? ?Bert 10 arbeiðsdagar eftir?Taka vit øll uppskot og fyrispurningar við, so skal Løgtingið uppá 10 arbeiðsdagar avgreiða langt yvir 100 mál fyri ein kostnað omanfyri milliardina – sum uppskotstillararnir onga ábyrgd hava av, tí lógirnar fáa gildi aftaná, at teir hava lagt frá sær.? ?Tað tykist ikki, sum at øllum stendur hetta greitt: ?- Sambært stýrisskipanarlógini detta øll tingmál burtur, tá val er skrivað út. Eftir tað er bert talan um eitt sonevnt “forrætningslandsstýri”, sum ikki kann taka politiskar avgerðir.?- Og val skal skrivast út í seinasta lagi 8. desember í ár. Tá gongur tað skeiðið út, sum hetta Løgtingið fekk heimildir at taka avgerðir í.?- Tí hava vit bert tvær vikur = 10 yrkadagar, at viðgera og avgreiða hesi mál.??Lóggeva sær vikur afturat at svansa í??Nú ljóðar, at samgongan ætlar at stytta freistina í vallógini at skriva út va, úr 6 vikum niður í færri.? ?Verður tað gjørt, so hevur eitt landsstýri og ein samgonga lóggivið fyri at leingja sína egnu stjórnartíð, við tí fyri eygað at samtykkja óviðgjørd uppskot við stórum útreiðslum til eitt komandi løgting at taka ábyrgd av.? ?Tað vil vera tað grovasta brotið á fólkaræðisligar mannagongdir, sum vit hava sæð í okkara parti av heiminum. Ongastaðni um okkara leiðir er tað komið fyri, at ein stjórn leingir sína egnu stjórnartíð til tess at samtykkja óviðgjørd mál fyri upphæddir, ið onnur skulu kenna sviðan av.? ?Og ongastaðni um okkara leiðir hevði slíkt uppskot kunnað komið fram, uttan at bæði fyrisiting, fakfólk, leikfólk og onnur gjørdu vart við seg beinanvegin.? ?Hetta Løgtingið varð valt 20. januar 2004 við teirri fortreyt, at val skuldi útskrivast í seinasta lagi 8. desember 2007. Og tá detta sambært stýrisskipanarlógini øll mál burtur og landsstýrið kann bert virka til at avgreiða vanliga embætisførslu – og ikki at leggja fram ella samtykkja nýggj mál.? ?Lóggevur ein samgonga sær sjálvum vikur afturat at svansa í, uppá nakkan av komandi ættarliðum, tá kunnu vit av sonnum tosa um Mugabe-tilstandir í Føroyum.