Í morgin fyrrapartin millum klokkan 10 og 12 verður sendingin 10´arin beinleiðis á FM1.
Óli J. Djurhuus og Petur Zachariassen eru vertir.
Um sendingina í morgin sigur Petur Zachariassen: - Í fyrra tímanum vitja Tróndur Arge og Jákup á Borg, og fara teir at gjøgnumganga 1. umfar í Betrideildini. Í seinna timanum gjøgnumganga vit útlendskar fótbóltsdeildir, og Teitur Joensen vitjar. Teitur er svorin Newcastle fjeppari, og tað fara vit eisini at tosa um, greiðir Petur frá.