10. flokkarnir kring landið savnast í fýra deplar

Talan verður um eina sparing, men peningurin skal brúkast aftur til at gera skúlan betri

Landsstýrið skal fáa heimild til at savna allar 10. flokkarnar kring landið í fýra deplar. Tað stendur í eini frágreiðing, Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur lagt fyri Løgtingið í dag um fólkaskúlan. Mikudagin fer Løgtingið so at hava aðalorðaskifti um fólkaskúlan í framtíðini.  

 

Sum skúlin er skipaður nú, er tað ringt at veita næmingunum eitt fjølbroytt undirvísingartilboð, tá ið næmingarnir eru spjaddir í so nógvum 10. flokkum í skúlunum kring landið.

 

Í løtuni eru 10. flokkarnir í landinum 13 í tali, men teir eru øgiliga ymiskir í stødd. Nám X í eysturskúlanum er nógv tann størsti, tí har eru yvir 170 næmingar eftir at allir 10. flokkarnir í Tórshavnar Kommunu eru savnaður har. Tann minsti 10. flokkurin er á Meginskúlanum á Sandi, tí har eru bara fýra næmingar.

 

Tí hevur verið tosað um at leggja 10. flokkarnar kring landið í fýra deplar. Ein í Suðuroy, ein í Havn, ein í Eysturoy og ein í Norðuroyggjum.

 

Depilin í Havn, har 10. flokkarnir longu eru samanlagdir, er nógv tann størsta, men hinir deplarnir verða mettar at vera so mikið stórar, at fjølbroytni verður tryggjað, og útboðið til næmingarnar verður stórt.

 

Og nú verður mælt at løgtingið broytir lógina soleiðis at landsstýrið fær heimild til at leggja 10. flokkarnar saman, tí tey siga, at fyrimunirnir eru so stórir.

 

Útrokningar vísa, at verða fýra deplar fyri 10. flokk í Føroyum, kunnu einar tríggjar milliónir krónur verða spardar – ella í hvussu so er kunnu tær fara munandi betur enn tær fara í dag. Ein partur kann brúkast til at bøta umtil lestrarvegleiðingina og til at útvega næmingunum fleiri tilboð.

 

Verður hugt at játtanini, er játtanin til Nám X lág fyri hvønn næming, men kortini er tað júst Nám X, ið hevur nógv flestar breytir av øllum 10. flokkunum í landinum, stendur í frágreiðingini.