10 føroysk mál tá Kristiansand vann á heimavølli

Pauli Mittún og Helgi H. Hoydal skutu fimm mál hvør í heimasigri hjá Kristiansand

Tað gekk væl í hond hjá føroyingaliðnum, Kristiansand í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag. 

 

Kristiansand vann á heimavølli 32-28 á Halden. Í steðginum var Kristiansand á odda 17-12. 

 

Føroysku leikararnir hjá Kristiansand, Pauli Mittún og Helgi H. Hoydal skutu fimm mál hvør fyri Kristiansand. 

 

Pauli legði eisini upp til sjey mál, og Helgi legði upp til eitt mál. Sostatt skutu ella løgdu báðir føroyingarnir upp til 18 av teimum 32 málunum hjá Kristiansand. 

 

Sigurin kom væl hjá Kristiansand, ið tapti tveir teir undanfarnu dystirnar í deildini.

 

Kristiansand hevur fýra stig fyri fýra dystir, og liggur á einum sætta plássi í deildini.

 

Sunnudagin 9. oktober spælir Kristiansand á útivølli móti Bækkelaget, ið er liðið hjá Kjartani Johansen.