10. hvør føroyingur er við

Seinasta freist at lata inn skógvaeskjur til Operation Christmas Child er komandi sunnudag.

Komandi sunnudag er seinasta freist at lata eina skógvaeskju til vælgerandi átakið hjá Operation Christmas Child. Undirtøkan er eins og undanfarnu ár stór, og kring alt landið savna samkomur, kirkjur, sunnudagsskúlar, barnagarðar, skúlar, dagtilhøld, handlar og onnur skógvaeskjur, ið verða sendar til børn í Rumenia. 

Hetta 13. árið, at føroyingar taka lut í átakinum, og hevur tað voksið so mikið í vavi, at tað í dag er umleið tíggjundi hvør føroyingur, ið luttekur í átakinum.


- Fyrsta árið at skipa var fyri eini innsavning var í 2003, tá Lívdin var einsamøll um tað. Tá savnaðu tey umleið 300 eskjur. Nú savna vit umleið 5.000 skógvaeskjur hvørt ár, og er tað mær vitandi eingin samkoma ella kirkja, ið ikki tekur lut í hesum. Tiltakið er væl móttikið allastaðni, sigur Miriam Rasmussen, ið er ein teirra, ið stendur fyri innsavningini.


Allar skógvaeskjurnar verða sendar til eysturevropeiska landið Rumenia. Sambært Miriam Rasmussen, so er hetta eftir ynski frá føroyingum.


- Tað er eftir ynski frá føroyingum, at allar eskjurnar verða sendar til Rumenia. Tá allar eru savnaðar her í Føroyum, so verða tær sendar til Bretlands, har tey síðani verða koyrdar til Rumenia. Tað kemur fyri, at onkur eskja fer aðrastaðni, og hevur onkur føroyingur fingið takkarbræv úr t.d. Libya.


- Neyðin í Rumenia er tó størri enn nakrantíð áður, tí so nógv flóttafólk ferðast gjøgnum landi. Vit hava eisini fingið at vita frá leiðsluni í Christmas Child, at vegna flóttafólkakreppuna, so verða fleiri eskjur sendar til Evropa og og flóttafólkalegur í ár.


Tað er ikki óvanligt, at fólk fáa takkarbrøv, men tað er verri enn so øll, ið hava møguleikarnar at senda eina tílíka heilsan.


- Tað koma av og á takkarbrøv, men tað er serliga frá børnum, ið búgva í býum og har fátækadømi ikki er eins stórt. Tey hava møguliga gingið í skúla, lært at lesa og skriva og búgva nærhendis eitt posthús, so tey hava møguleikan. Men tað er verri enn so øll, ið hava tann møguleikan.


Tá eskjurnar koma fram til Rumenia, er tað einstaklingar har, ið hava starvast við Operation Christmas Child í fleiri ár, ið deilda eskjurnar út.


- Eskjurnar verða deildar út í kirkjum, samkomum, sjúkrahúsum og til fátækar familjur. Tá eskjurnar verða býttar út, verður skipað fyri einum serligum tiltaki við upplestri av jólaevangeliinum og felagssangi.


Til ber at fara inn á heimasíðuna hjá Operation Christmas Child Føroyar, um man vil vita hvar eskjur kunnu latast inn, og um man ynskir at vita, hvussu ein eskja skal pakkast.