Fleiri dystir vóru í Champions League í gjárkvøldið.
Bólkur E:
Í bólki E tók Barcelona á heimavølli móti Bayer Leverkusen. Barcelona var leingi í stórum trupulleikum, tí týska liðið førdi 1-0 líka til 80 minuttir vóru leiktir. Men so gekk skjótt hjá verandi meistarunum av Champions League. Sergi Roberto javnaði fyrst fyri Barcelona, og Luis Suarez gjørdi tað tveir minuttir seinni til 2-1 til Barcelona, sum eisini var endaliga úrslitið.
Í hinum dystinum í bólki E vann Bate Borisov heldur óvæntað 3-2 á heimavølli móti Roma, eftir at teir í hálvleikinum høvdu verið á odda 3-0.
Bólkur D:
Tað hevur ikki gingið væl hjá Arsenal higartil í Champions League kappingini. Arsenal tapti í gjárkvøldið sín annan dyst av teimum í Champions League kappingini í ár. Arsenal tapti á heimavølli ímóti Olympiakos úr Grikkalandi.
Í hinum dystinum vann Bayern Munchen sannførandi 5-0 á heimavølli móti Dinamo Zagreb. Í tí dystinum skoraði Robert Lewandowski hattrick. Hann hevur nú skotið 10 mál teir seinastu tríggjar dystirnar, sum hann hevur spælt.
Bólkur G:
Í bólki G var José Mourinho aftur at síggja á gamla heimavøllinum, tá José Mourinho og Chelsea vitjaðu FC Porto.
Tað var tó heimaliðið, FC Porto, ið dró tað longra stráðið í gjárkvøldið móti Chelsea. Porto vann dystin 2-1, meðan Dinamo Kiev vann hin dystin í bólkinum á útivølli móti Maccabi Tel Aviv.
Bólkur H:
Í seinasta bólkinum vann Valencia 1-0 á útivølli móti Lyon, meðan Zenit vann 2-1 á heimavølli móti Gent. Í tí bólkinum er Zenit Skt. Pætursborg oddalið við fullum stigatalið.
Úrslitini í gjárkvøldið:
Bate Borisov-Roma 3-2
Barcelona-Bayer Leverkusen 2-1
Arsenal-Olympiakos 2-3
Bayern Munchen-Dinamo Zagreb 5-0
FC Porto-Chelsea 2-1
Maccabi Tel Aviv-Dinamo Kiev 0-2
Lyon-Valencia 0-1
Zenit Skt. Pætursborg-Gent 2-1