Í sambandi við eykajáttanarlóg fyri september, hevur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í skrivi upplýst, at fram til hin 10. oktober í ár eru komnar stívliga 40,3 miljónir krónur í veiðiavgjaldi og stívliga 13,4 miljónir krónur í avreiðingargjaldi fyri makrel.
Samanlagt svarar hetta til 53.875.926 mijónir krónur.
- Avreitt er minni enn roknað varð við til móttøkuskip, og metingin út frá gongdini seinastu tíðina er, at samlaða inntøkan í samband við makrelfiskiskapin fer at nærkast 70 miljónum krónum.
Jørgen Niclasen vísir tó á, at óvissa er um hesa meting.
- Hetta merkir, sigur landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, at nýggja metingin soleiðis er 70 miljónir krónur - ella 10 miljónir krónur lægri enn tað, sum er í eykajáttanaruppskotinum.
Myndin av Tróndi í Gøtu til henda tíðindastubban er tilvildarliga vald.