Musikkskúlin skal gerast ordiliga liðugur, so umstøðurnar gerast soleiðis, sum tónleikalærararnir vilja hava tær.
Bygningurin er av sonnum flottur, og tað er gott, at Havnin endiliga hevur fingið ein tónleikaligan kraftdepil. Við musikkskúlaskipanini og eldsálum á odda er tónleikurin blómaður seinastu mongu árini. Tað er bara at lurta eftir Føroya Symfoniorkestur, sum støðugt tekur seg fram.
Tá ið Musikkskúlin nú er komin, er tað sera umráðandi, at hann líkur øll vanlig krøv, sum fyri tónleikarar eru sera avgerandi.
Fái eg undirtøku frá tær og øðrum á býrásvalinum, fari eg at virkar fyri, at Musikkskúlin verður liðugur alt fyri eitt. Tað kostar 10 mió. kr.
Peningurin skal brúkast til at gera hesar ábøtur á Musikkskúlan.
- Allar hurðar til frálærurúm skulu skiftast, so einki ljóð hoyrist ímillum.
- Útluftingin skal ikki leiða ljóð millum rúm.
- Hurðin til høvuðsinngongina skal rigga beinanvegin
- Nýtt gólv skal leggjast omaná gólvið á niðastu hæddini í frálærurúmunum, so ljóðið ikki ferðast millum ymisku hølini.
- Konserthøllin Hátún skal hava stólar v.m., sum gevur góðan akustikk.
- Akustikkurin í øllum bygninginum skal betrast, har musikkskúlalærarar í dag órógvast av akustikkinum
Sum tónleikari veit eg, hvussu stóran týdning ordiligar umstøður hava fyri arbeiðið við tónleikinum.
Musikkskúlin sær gott út, nú skal bygningurin bara gerast ordiliga liðugur, so øll trívast og mennast. Henda íløgan er neyðug og góð fyri lærararnar, næmingarnar og tónleikalívið í býnum.
Høgni S. Reistrup
Býráðsvalevni i Havn