Styrkislistin hjá FIFA varð dagførdur í gjár og fóru Føroyar tíggju pláss aftur, niður á 84. pláss.
Síðani seinastu dagføring av listanum, 20. oktobur, hava Føroyar bara spælt ein dyst. Tað var 2-0 tapið móti Sveis í Lusern. Tað ger so, at vit detta 10 pláss aftur á listanum.
Av teimum evropisku londunum eru Ísrael, Bulgaria og Hvítarussland farin fram um okkum, meðan Noreg og Finland enn eru aftan fyri okkum. Munurin niður til Noregs er tó einans eitt hálvt stig, so á FIFA-listanum eru bæði Føroyar og Noreg nummar 84 við 422 stigum.
Styrkislistin er bygdur á úrslitini hjá landsliðunum seinastu fýra árini. 2013 var eitt serstakliga rak ár fyri føroyskan landsliðsfótbólt, men næsta ár detta tey úr skipanini. So er at vóna, at úrslitini komandi ár vera betri enn tey vóru í 2013, so at Føroyar klatra enn longur upp eftir listanum.
Topp 10 listin sær annars soleiðis út:
1. Argentina
2. Brasil
3. Týskland
4. Kili
5. Belgia
6. Kolumbia
7. Frankaríki
8. Portugal
9. Uruguay
10. Spania
Tá HM byrjaði í 2014, gjørdi norski skemtarin Morten Ramm ein sang, har hann gleddist um, at norska landsliðið ikki var við. Tá prikaði hann millum annað við, at heldur enn at spæla á heimsins størsta palli, skuldi norska landsliðið spæla vinardyst móti Føroyum. Ja, í løtuni eru vit so nøkunlunda á sama støði - sambært FIFA.