Tað var Tony Blair, forsætisráðharri, sum fann upp á hugtakið »Fólksins prinsessa«, og tað heitið hevur Diana havt líka síðani.
Men tað vóru tó neyvan bara orðini hjá Blair, sum gjørdu Dianu til nakað serstakt - ikki bara í bretska kongshúsinum, har hon av sonnum var nakað serstakt - men eisini langt uttan fyri bretska heimsveldið. Hvussu mong okkara minnast ikki, hvar vit vóru, tá vit fingu deyðsboðini av prinsessuni, og hvussu mong munnu ikki minnast teir túsundtals grátandi bretarnar í gøtunum í London, tá Elton John sang um rósuna, sum var deyð, og ljósið, sum var slóknað.
At Diana ikki er gloymd sæst uttan fyri Kensington Palace í hesum døgum, har fólk í hópatali og úr øllum heraðshornum koma at minnast deyða hennara fyri 10 árum síðani. Men vanlukkan í tunlinum í París er heldur ikki gloymd, og enn tann dag í dag verður gitt, hví hon doyði, og um tað var ein vanlukka ella okkurt annað.