10 teir bestu driblarnir í Champions League

Síggj hvørjir 10 teir bestu driblarnir eru her

Felagsskapurin "Opta", sum er ein felagsskapur fyri teir totalu fótbóltsnørdarnir ger hagtøl yvir alt, sum er vert at gera hagtøl fyri, tá um fótbólt ræður.

Nú hava nørdarnir í Opta roknað seg fram til hvørjir 10 spælarar í ársins útgávu av Champions League hava gjørt flest væleydnaðar driblingar í kappingini.

Tað hugvekjandi við topp 10 listanum er, at heimsins besti fótbóltsspælari, Christiano Ronaldo er ikki millum 10 teir bestu driblararnar í Champions League í ár. Heimsins næstbesti, Lionel Messi er greitt á odda á tí forkunnuga topp 10 listanum.

Listin yvir 10 teir bestu driblararnar í Champions League 2014/2015 sær soleiðis út:

1): Lionel Messi (Barcelona): 71 fullførdar driblingar

2): Eden Hazard (Chelsea): 51 fullførdar driblingar

3): Yacine Brahimi (Porto): 42 fullførdar driblingar

4): Isco (Real Madrid): 36 fullførdar driblingar

5): Hulk (Zenit St Pætursborg): 34 fullførdar driblingar

6): Lucas Moura (PSG): 31 fulllførdar driblingar

7): Yannick Ferreira-Carrasco (Monaco): 29 fullførdar driblingar

8): Alexis Sanchez (Arsenal): 29 fullførdar driblingar

9): Neymar (Barcelona): 28 fullførdar driblingar

10): Arthur Masuaku (Olympiakos): 26 fullførdar driblingar