10 veddingarfyritøkur vænta ein javnan dyst millum H71 og SC Ferlach

H71 spælir fyrra Europa Cup dystin móti SC Ferlach í kvøld klokkan 18

Í kvøld klokkan 18 og í annaðkvøld klokkan 18 spælir H71 Europa Cup-dystir móti SC Ferlach úr Eysturríki. 

 

Báðir dystirnir vera spældir á útivølli í Eysturríki.

 

Dysturin klokkan 18 í kvøld er tó tekniskt heimadysturin hjá H71, og dysturin í annaðkvøld er tekniskt heimadysturin hjá SC Ferlach.

 

Til ber at síggja dystirnar her:

 

 

10 altjóða veddingarfyritøkur, ið lata odds uppá dystin vænta ein javnan dyst millum H71 og SC Ferlach í kvøld. 

 

Oddsini uppá sigur til H71 í kvøld liggja millum 1,85 og 2,24.

 

Oddsini uppá sigur til SC Ferlach í kvøld liggja millum 1,89 og 2,30.

 

Oddsini uppá javnleik í dystinum í kvøld liggja millum 7,50 og 8,75.

 

Her síggjast oddsini: 

 

##med2##