Neyðhjálp
Hjá flestu skótaliðum kring landið byrjar arbeiðsárið fyrst í september við at tiltakið, nevnt ?Skótahjálpin? er á skránni í viku 39. Tá ganga skótar hús úr húsi og bjóða sær til at gera eitthvørt fyri fólk, sum teir so fáa nakrar krónur afturfyri. Eitt nú fara tey mangan okkurt ørindi, vaska bil, sópa tún, ansa børnum, taka upp epli ella hvat tað nú kann vera.
Við Skótahjálpini fáa vanliga frísk og ferðug børn í Føroyum høvi at hjálpa børnum, sum vegna sjúku, fátakt, vanlukku, kríggj ella á annan hátt hava hjálp fyri neyðini. Hetta verður gjørt á tann hátt, at ein partur av árligu Skótahjálpini verður nýttur til eina verkætlan í Føroyum og ein partur til eina verkætlan uttanlanda, vanliga í einum menningarlandi, børnum at frama. Seinasti triðingurin fer í ein grunn, sum er ætlaður til hjálp í samband við vanlukkur.
Úr hesum grunni er sjálvsagt at hjálpa, nú so illa er statt í londunum kring Indiskahavið. Nevndin fyri Skótahjálpina, sum hevur umboð úr øllum teimum 4 skótasamskipanunum í Føroyum, er samd um, at í føri sum hesum er munabest at hjálpa gjøgnum Reyðakross í Føroyum. Tí stuðlar Neyðhjálpargrunnurin hjá Skótahjálpini tiltakið hjá Reyðakrossi við 100.000 krónum.
Harumframt fer skótahjálpin at samskipa innsavningartiltak í næstum til vanlukkuhjálpina hjá Reyðakrossi. Við tað, at skótar ikki eru í øllum landinum, er hesaferð ætlanin, at skúlabørn fara at ganga í húsini við bússum. Nú er brúk fyri einum skjótum og munagóðum tiltaki. Tí verður eisini roknað við hjálp frá peningastovnum, tíðindatænastu og møguliga eisini frá øðrum felagsskapum.