Landsliðsliðskiparin tapti seinasta dystin við Keypmannahavn

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir taptu eisini seinna bronsudystin

Ígjár spældu landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Keypmannahavn spældu ígjár seinasta dystin í bestu donsku hondbóltsdeildini hetta kappingarárið. 

 

Í høllini á Frederiksberg spældi Keypmannahavn seinna bronsudystin móti Ikast, ið vann fyrra bronsudystin á heimavølli 38-21 (16-11).

 

Ikast vann eisini seinna bronsudystin á útivølli. Tað endaði við 30-25 sigri til Ikast, ið bert var á odda 14-13 í steðginum. Ikast er sostatt bronsuvinnari.

 

Í sínum seinasta dysti fyri Keypmannahavn skoraði Pernille fimm mál upp á níggju málroyndir. Hon legði eisini upp til eitt mál (assist). 

 

Komandi kappingarár spælir Pernille við norska meistaraliðnum, Storhamar har nógvar spennandi avbjóðingar bíða.