Fólk hava tikið væl undir við landsinnsavnanini, sum Lisa Frederiksberg á Strondum hevur skipað fyri.
Lisa Fredriksberg og familja hennara hava havt nógva gongd á sjúklingahotelinum í Keypmannahavn, og tí hevur tað ligið henni á hjarta at byrja eina landsinnsavnan, sum kundi fara til eitt endamál, sum bøtti munandi uppá trivnaðin hjá teimum, sum eru á sjúklingahotelinum í Keypmannahavn.
Ynski frá leiðsluni á sjúklingahotelinum er, at innkomni peningurin skuldi brúkast til flatskermar til kømurini á sjúklingahotelinum.
Í dag kundi Lisa Frederiksberg boða frá, at heilar 100.000 krónur eru komnar inn til endamálið. Lisa Frederiksberg er sera fegin og takksom fyri, at fólk hava tikið so væl undir við landsinnsavnanini.