BÁTAFESTIVALUR
Á Toftum eru fyrireikingarnar til sætta bátafestivalin í røðini nú av álvara í gongd, og í annaðkvøld verður stóra tjaldið, sum felagið eigur, sett upp á festivaløkinum.
Høgni W. Høgnesen, formaður í Bátafelagnum, sigur, at tjaldið, sum felagið keypti fyri fáum árum síðan, upprunaliga var 30 metrar langt og 12 metrar breitt, men nú hevur felagið keypt 6 metrar uppí tjaldið aftrat.
- Vit hildu, at tjaldið saktans kundi verið størri, eitt nú til stóra dansin, og nú hava vit so bygt tað út, sum hann tekur til.
Formaðurin í Bátafelagnum sigur, at tað krevur nakað av fólki at seta tjaldið upp, men við góðari manning tekur sjálv uppsetingin neyvan meiri enn einar tveir tímar.
- Haraftrat kemur so gólvið. Her læna vit plattar, sum verða lagdir eftir øllum gólvinum, og omanyvir plattarnar leggja vit byggiplátur, sum verða skrúvaðar niður í plattarnar. Felagið eigur byggipláturnar, sum eru kubbaðar til og verða goymdar millum stevnurnar, so tær kunnu brúkast ár um ár, sigur hann.
Góður stuðul
Høgni W. Høgnesen sigur, at tað hevur gingið væl undanfarin ár at fáa tjaldið upp at standa, og fólk eru ófør at hjálpa til.
- Hetta er triðja árið á rað, at vit hava egið tjald til fleiri av okkara tiltøkum. Vit eiga eisini eitt minni tjald, og haraftrat hava vit lænt tvey smærri tjøld úr Runavík, leggur hann aftrat.
Formaðurin í Bátafelagnum er takksamur fyri, at bæði einstaklingar, samkomur og feløg í kommununi hava sagt seg vera til reiðar at taka hond í við ymisku tiltøkunum, eitt nú við at servera og til at skipa fyri, har eitt nú hoppiborgirnar eru.
Økt bátatal
Høgni W. Høgnesen sigur, at tá felagið á fyrsta sinni skipaði fyri bátafestivali, var talið av bátum umleið 40.
- Síðan eru fleiri og fleiri bátar komnir við so hvørt, sum árini eru liðin, og í fjør vóru einir 85 bátar við í siglingini úr Skálafirði og út á Toftir.
Hann fegnast um, at festivalurin soleiðis hevur fingið størri og størri undirtøku og heldur, at hevði talið av bátum á festivalinum leygardagin farið um teir 100, hevði hetta verið so óført.
Høgni sigur, at umstøðurnar í Oyrahavnini eru rímiliga góðar, og her liggja bátarnir tryggir, tó at tað kann gerast eitt sindur trongligt – alt eftir, hvussu stórt bátatalið verður.
- Bátarnir hava møguleikan at fáa landstreym og vatn, og tað verður havnarmeistarin, Hans Óli Viberg, sum kemur at skipa fyri, hvussu bátarnir skulu liggja, leggur hann aftrat.
Stjórar á tekning
Eitt afturvendandi og umtókt tiltak á bátafestivalinum á Toftum er ein sonevnd meksikansk uppboðssøla, har ein tekning verður seld. Tekningin plagar at ímynda kendar persónar í Nes kommunu.
Høgni W. Høgnesen vil í dag avdúka, at tekningin hesaferð er av nøkrum kendum stjórum í kommununi, og tað er Eyðun Dahl Christiansen, sum hevur teknað.
- Tað verða brøðurnir, Kári og Tórður Mikkelsen, sum koma at standa fyri uppboðssøluni í ár, sigur hann.
Spurdur, hvussu nógv meksikanska uppboðssølan plagar at geva í peningi, sigur formaðurin í Bátafelagnum, at ágóðin hevur verið ymiskur, men alt millum 10.000 og einar 20.000 krónur.
- Øll eru vælkomin á bátafestivalin leygardagin, og vit gleða okkum til at vera vertir á hesi fyrstu bátastevnuni í ár, sigur Høgni W. Høgnesen.