100 mill. kr. í umfar frá oljuleiting


Góðar 100 mill. eru farnar í umfar ? tvs. hevur umsetningurin verið í føroyska samfelagnum frá teimum trimum fyrstu leitiboringunum á landgrunninum í ár. Hetta upplýsti Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess í Føroyum á oljuráðstevnuni í gjár.

 


Boring og umsetningur




Her er talan um tær uppgávur, sum føroyskar fyritøkur hava havt ? einsamallar og saman við útlendskum fyritøkum. Talan er m.a. um virksemi knýtt at flúgvingini, útgerðarhavnini og skipaflutningur. Haraftrat kemur oljuverjutiltakið, trygging oa. Tryggingfelagið Føroyar er sloppið at royna seg í nýggju vinnuni og hevur verið við til at tryggja teir tríggjar brunnarnar. Her er talan um stórar upphæddir, eina millión kr. uppá brunnin. Aftrat hesum skal eisini takast við aðrar inntøkur í sambandi við virksemið tvs. gisting, flutningur ol. Ein av tyngstu postunum er nokk flúgvingin, og har fer so samstarvsfelagið hjá Atlantsflog, Bristow av við tí mesta.


Men eftir tí sum Ben Arabo hevði at siga í fyrilestri sínum, so liggur nógv eftir í føroyska samfelagnum frá hesum fyrstu boringunum. Roynt hevur verið at liva upp til krøvini um føroyska luttøku, har hon er kappingarfør.


Sosialurin veit annars at siga frá, at teir tríggir brunnarnir hava kostað oljufløgunum einar 700 mill. kr. Av hesum er stdørsti útreiðsluposturin umleið 350 mill. kr. leiga av boripalli og skipi. Tá útvegan av ymsari útgerð og tænastum, sum bert kann veitast úr útlandinum er farin frá eru so tær umleið 100 mill. kr. eftir frá avleidda virkseminum í landinum.


Annars hava oljufeløgini bundið seg til at brúka aðrar 100 mill. kr. til ymiskar uppgávur í føroyska samfelagnum yvir 6 ár tvs. einar 17 mill. kr. um árið.,