100 motorsúkklukoyrarar úr Hollandi

Við Norrönu í dag komu 100 motorsúkklukoyrarar úr Hollandi til at ferðast kring landið við 80 motorsúkklum. Hugskotið til ferðina kom í vár, tá tveir journalistar frá blaðnum Promotor, sum er størsta MC-blað í Hollandi, vitjaðu í Føroyum.

Heimafturkomnir skrivaðu teir stóra ferðafrásøgn frá túrinum í Føroyum og bjóðaðu lesarum sínum at tekna seg til ein túr til Føroyar á motorsúkklu. Eftir einum degi høvdu 100 fólk teknað seg til ferðina, sigur Henny á Líknargøtu marknaðarstjóri hjá Smyril Line, sum skipar fyri ferðini í Føroyum. Tey 100 fólkini búgva á Hotel Føroyum, Hotel Hafnia og á Hotel Tórshavn.