Fríggjadin varð club 100 í føroyskum fótbólti víðkað við enn einum limi. Her hevði TB annars í nøkur ár verið einsamallur limur, men í fjør komuu HB og KÍ afturat, og nú er tað so Miðvágs Bóltfelag, sum fer um tey 100.
Í minningarriti, sum MB lat gera fyri 15 árum síðani stendur soleiðis um stovnanina av felagnum. »Tann 21. januar 1905 komu menn saman í Miðvági við Carl Johansen, presti í Jansagerði, á odda at stovna eitt fótbóltsfelag. Hetta felag fekk navnið Midvaag Fodboldklub, sum seinni varð broytt til Miðvágs Bóltfelag, MB.«
Hesin sami Carl Johansen var eisini formaður í felagnum fyrstu árini. Hann var komin til Føroya í 1893 sum vágaprestur, og hetta tengt saman við áhuganum fyri fótbóltinum førdi við sær, at hann millum manna fekk navnið, fótbóltspresturin. Í 1914 gjørdi hann tó av at flyta til Veflinge á Fyn saman við føroysku konu síni, og tá gjørdist so neyðugt við nýggjum formanni fyri felagið.
Fiskimenn sluppu bíligari
Lógir og reglur skulu eisini til, um skil skal vera í einum fótbóltsfelag, og heldur ikki her vóru miðvingar sørir. Felagið hevur framvegis fyrstu lógirnar í varveitslu, og í hesm stendur soleiðis um endamál og virksemi felagsins.
§1: Foreningens formål er ved øvelser i boldspil, særlig fodbold, at fremme udviklingen af legemlig kraft og behændighed hos dens medlemmer.
Víðari framgongur av viðtøkunum, at limagjaldið fyrsta árið var ávíkavist eina og hálvaaðru krónu um árið. Eina krónu rindaðu teir, sum part av árinum fiskaðu undir Íslandi, og tí ikki altíð høvdu møguleika at taka lut í venjingum og dystum. Hartil var eisini gjørligt at tekna seg sum passivan lim í felagnum. Hesi skuldu rinda eitt ársgjald á 50 oyru.
Móti »B71« í 1905
Fyrstu nógvu árini var sandurin í Miðvági vøllurin, sum nýttur varð. Mangan var hetta eitt trupult undirlendi. Ikki minst, tá flóð var.
Ein av allar fyrstu dystum felagsins var longu í juli mánaði 1905, tá sandoyingar komu á vitjan. Tann dystin vunnu miðvingar 2-0, men dysturin varð ikki settur ígongd fyrr enn kl. 10 á kvøldi. Tástaðni var fjarað somikið, at spælandi var, og hóast hetta, so var talan framvegis um bleytt undirlendi, har upprikni tarin eisini gjørdi sítt.
Tá í tíðini var ikki talan um nakra skipaða kapping, men nakrir dystir vórðu so kortini leiktir. Eitt nú varð í 1908 skipað fyri tveimum dystum móti HB, sum vórðu umrøddir í Dimmalætting. Ikki minst frásøgnin frá seinna dystinum sýnir, at sosiala aspektið tá í tíðini mundi viga nakað væl meira, enn tað oftani tykist gera í dagsins útgávu av spælinum, har úrslitini í ovurstóran mun eru avgerandi.
»Der blev fra Midvingernes side vist en udpræget gæstfrihed mod Thorshavnerne, der ikke tog afsted før henad ottetiden mandag morgen«.
Landslið og steyp
Hóast tað ikki var talan um nakran skipaðan landsliðsfótbólt fyrstu mongu árini av søguni hjá MB, so vóru føroysk úrvalslið av og á og royndu seg uttanlands.
Fyrsta ferðin av hesum var í 1910, tá eitt føroyskt lið fór til Bergens at royna seg. Her átti MB tríggjar leikarar, og vóru hesir Godtfred Heinesen, sum var málverji, Jóan Pauli Ellefsen og Heini Joensen. Úrslitið var tó ikki nakað at reypa av. Føroyska liðið tapti ikki minni enn 7-0, men í øllum førum, so fingu leikarar á hesum liðnum eina góða ferðauppliving, og ikki minst lærdóm um, hvussu fótbólturin varð leiktur aðrastaðni enn í Føroyum.
Og so kunnu miðvingarnir helst eisini erpa sær av, at teir vóru teir fyrstu, sum vunnu eina veruliga føroyska kapping. Hetta hendi, eftir at bretski konsulin, A.C. Coates, lat eitt sera vakurt steyp til FBU. Eitt steyp, sum var stoypt á royalu verksmiðjuni í London.
Fyrsti finaludysturin í kappingini um steypið stóð í 1914 millum MB og TB, og her eydnaðist miðvingum at vinna. Kappast varð í nøkur ár um hetta steypið, men FBU varð ikki langt lív lagað, og í 1918 var tann kappingin í øllum førum av.
Gysari í FM-finalu
Tað tóktist eisini, sum var føroyskur fótbóltur í einum lítlum aldudali hesa løtuna. Bløðini gera ikki stórvegis burtur úr nøkrum dystum gjøgnum 20?ini. Nakað verður tó sagt frá, og í minnisritinum hjá MB verður víst á einstakar dystir, sum felagið leikti hesi árini.
Tríatiárini vóru tó tíðin, tá gongd spakuliga kom á aftur. Farið varð nú eisini at tosa um møguleikan at skipa fyri eini veruliga føroyameistarakapping. Ikki minst kom lív av álvara í, tá mongu bretsku hermenninir komu til landið. Í 1942 varð so fyri fyrstu skipað fyri FM-kapping, og vann KÍ hetta árið.
Verður sæð burtur frá kappingini um Coates-steypið, sum helst var at rokna sum eitt meistaraheitið tá, so er enn ikki eydnast MB at gerast føroyameistari í bestu mansdeildini. Longu í 1943 var tó heilt nær við, tá MB leikti seg fram til finaluna, har TB stóð fyri framman. Í hálvfinaluni leikti felagið móti KÍ, og tann dysturin verður í gerðabókini lýstir soleiðis.
» Úrslitið av hesum dysti varð tað, at MB vann 3-1. Hesin dystur var sera forvitnisligur og væl umtalaður í bløðunum, sum skrivaðu, at leikurin var góður, men at miðvingar royndust væl betur enn klaksvíkingar henda dagin. Serliga róstur vórðu vinstri og høgru veingirnir, brøðurnir Laurentius og Torstein Haldansen.«
Og hóast tað síðani gjørdist til tap í finaludystinum móti TB, so gjørdist her talan um ein dyst, sum helst seint verður gloymdur av teimum, sum høvdu høvið at uppliva. Aftur leita vit til gerðabókina.
»Hesi bæði liðini sýnast at vera javngóð, og eftir hvat í bløðini skriva, var úrslitið av kappingini rættvíst eftir spælinum at døma. Annars siga bløðini, at hesin dystur var sera forvitnisligur. Bæði feløgini sýndu góðan leik og fótbóltsteknikk, sum ikki ofta er at síggja á Havnar leikvølli. Og hin stóra áskoðarafjøldin stóð líka spent til seinasta minutt, hóast spælt varð í 2 tímar og regnið oysti niður.«
Úrslitið av tí dystinum gjørdist javnleikur 2-2, og hóast longda leiktíð, so fall eingin avgerð. Viku seinni var so nýggjur finaludystur á skránni, og aftur stóð á jøvnum. Støðan eftir vanligu leiktíðina var 0-0, men tá TB so fekk avgerandi málið í umdystinum kundu teir rópa seg føroyameistara.
Úrslitini tala annars fyri, at MB hevði eitt sera gott lið hetta árið. Eitt nú vórðu fimm dystir móti bretskum liðum á skránni, og bert ta einu ferðina vóru miðvingar við undirlutan.
Hondbóltur uppí
Krígsárini kom hondbóltur eisini á skránna í MB. Kvinnurnar úr miðvági gjørdu eisini nógv um seg, og í 1944 leiktu tær seg fram til finaluna, sum var móti Vípuni av Sandi. Her gjørdust tær úr Miðvági tó ov stuttar, soleiðis at steypið fór til Sandoynna.
At byrja við varð hondbólturin skipaður sum serstøk deild undir MB, men seinni varð Ternan sett á stovn til endamálið. Hetta felagið var eisini aktivt í nógv ár, og fleiri ferðir høvdu tær hug at ota seg heilt upp móti oddinum av føroyskum hondbólti.
Upp og niður
Sum nevnt áður í greinini, so var sandurin í Miðvági fyrsti heimavøllur felagsins. Fram til 1969 hevði felagið ikki nakran vøll, sum tey kundu rópa sín egna, men eisini hetta stóð til at broyta. Við sjálvbodnari arbeiðsmegi frá bygdarfólkinum varð ein vøllur gjørdur, og á sumri hetta árið hevði MB so egið grús undir fótunum.
Tað fekk sum vera man eisini áhugan fyri spælinum at vaksa. Føroyskur fótbóltur var um hetta mundi býttur upp í meistara- og meðaldeild, men tá kappingin í 1975 varð umløgd til at fevna um tríggjar deildir, máttu miðvingar taka til takkar við plássi í aðru deild. Longu í 1977 eydnaðist tó felagnum at vinna deildina, og í fyrstu royndini hildu teir fast í plássinum í trý ár. Í 1980 var liðið tó aftur í aðru deild, men hóast teir tá hildu seg hava vunnið deildina, so endaði eitt langt trætumál við, at tað ístaðin gjørdust leirvíkingar, sum fluttu upp.
Árið eftir eydnaðist tó MB at vinna oddasessin í deildini, so uppflytingin kundi gerast veruleiki, men hesaferð varð steðgurin bert eitt ár. Undan 85 ára degnum slapp felagið sær tó aftur fram í fremstu røð, soleiðis at teir í 1990 kundi spæla í bestu deildini. Tað var tó misjavnt, hvussu gekst hesi árini, og saman við SÍF tóktist MB at vera eitt lið, sum ferðaðist millum bestu og næstbestu deildina hesi árini.
Í 1994 vórðu so stig tikin til stovnanina av FS Vágum. Fyrsta árið eydnaðist væl, og í 1995 skuldi samansetta liðið royna seg í bestu deildini. Tað tóktist eisini ganga rætta vegin, men eftir fyrstu árini tók aftur at ganga niðureftir. FS Vágar hevur fyri tað mesta yvirtikið leiklutin frá upprunafeløgunum sum elevatorlið, og í fjør gjørdi MB av at taka seg úr samstarvinum.
Hetta hevur í fyrstu atløgu merkt, at felagið skal spæla í 4. deild, nú 100 ára dagurin stendur fyri framman, men hetta tykist tó á ongan hátt hava tikið móti frá miðvingum. Felagið hevur við eini væl skipaðari ungdómsdeild sum útgangsstøði sett sær nýggj mál fyri framtíðina. 100 ár av fótbóltssøgu eru ikki soleiðis at skúgva til viks, og vónina um enn eitt blómandi tíðarskeið fyri fótbóltin í Miðvági er tað eingin, sum fær tikið frá MB.
Hjartaliga tillukku við degnum.