Trump: Ísrael og Iran hava gjørt avtalu um vápnahvíld

Sambært Trump byrjar fyrsta stigið í vápnahvíldini um seks tímar, tá Ísrael og Iran hava avgreitt uppgávur.

Ein vápnahvíld, sum verður í fleiri stigum, í Iran og Ísrael byrjar í nátt okkara tíð, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump. Iran og Ísrael hava ikki enn gjørt viðmerkingar til fráboðanina um avtalu. - Mynd: Dado Ruvic

Iran og Ísrael eru samd um vápnahvíldaravtalu.

Hetta skrivaði amerikanski forsetin, Donald Trump um 23 tíðina á sínum sosiala miðli, Truth Social.

Sambært Trump kemur fyrsta stigið í vápnahvíldini í gildi um umleið seks tímar.

– Tað er fult avtalað millum Ísrael og Iran, at tað verður ein fullkomin og total vápnahvíld (um umleið seks tímar frá nú, tá Ísrael og Iran hava klárað og avgreitt sínar endaligu uppgávur) í 12 tímar, og eftir hetta verður kríggið mett at vera liðugt, skrivar Trump í sínum uppslagi.

Iran og Ísrael hava ikki gjørt viðmerkingar til boðini frá amerikanska forsetanum.

Trump greiðir frá í uppslagnum, at Iran verður fyrsti partur, sum skal seta gongd á vápnahvíldina. Eftir 12 tímar verður tað síðani Ísraels túrur.

- Klokkan 24 fer heimurin at hátíðarhalda ein almennan enda á 12 daga krígnum, skrivar Trump.

– Um eg gangi út frá, at alt gongur væl, sum tað fer, so vil eg ynskja báðum londunum, Ísrael og Iran, tillukku við at hava úthaldni, dirvi og intelligens til at enda tað, sum skal kallast "12 daga kríggið."

Krígsgerðirnar millum Iran og Ísrael byrjaði, tá Ísrael 13. juni fór undir álop á kjarnorkuverk, hernaðarlig mál og hernaðarleiðarar í Iran.

Síðani hava bæði londini lopið á hvørt annað við fleiri ferðum loftálopum.

Um vikuskiftið fór USA upp í stríðið og framdi loftálop á trý kjarnorkuverk í Iran.

Í dag svaraði Iran aftur amerikansku álopinum við at leypa á amerikansk mál í økinum.

Trump skrivar í sínum uppslagi, at kríggið kundi hildið áfram í áravís og at tað kundi oyðilagt alt Miðeystur.

– Men tað gjørdi tað ikki, og tað verður tað ongantíð! Gud signi Ísrael, Gud signi Iran, Gud signi Miðeystur, Gud signi USA og Gud signi heimin, endar forsetin uppslagið.

Sambært CNN tosaði amerikanski varaforsetin, J.D.Vance, við Fox News stutt eftir fráboðanina hjá Trump.

– Vit arbeiddu faktiskt við tí beint tá eg fór úr Hvítu Húsunum fyri at koma higar. So tað eru góð tíðindi, at tað eydnaðist forsetanum at fáa tað yvir málstrikuna, sigur hann.

Hvítu Húsini svaraðu ikki alt fyri eitt áheitanini frá CNN um nærri upplýsingar um avtaluna.

 

/Ritzau/

 

Ein vápnahvíld, sum verður í fleiri stigum, í Iran og Ísrael byrjar í nátt okkara tíð, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump. Iran og Ísrael hava ikki enn gjørt viðmerkingar til fráboðanina um avtalu. - Mynd: Dado Ruvic