Tað vóru barndómsvinirnir Arthur Davidson og Bill Harley, ið stovnaðu Harley Davidson motorsúkkluverksmiðjuna í Milwaukee í Wisconsin í USA í 1903. Fyrsta árið vóru bert tríggjar súkklur framleiddar, men tað gekk tó skjótt framá. Í 1911 vóru framleidda 5625 súkklur. Hetta varð eisini árið, tá hópframleiðslan av motorsúkklunum við tveimum sylindarum byrjaði. Hendan súkklan við V2 motorinum bleiv ímyndin av Harley Davidson motorsúkklunum.
Hóast Harley Davidson motorsúkklurnar hava fingið harða kapping frá súkklum sum t.d. Triumph, Norton, BSA og seinnu árini frá japansku motorsúkklunum, hava tær klára seg væl gjøgnum hesi hundrað árini. Tær blivu serliga kendar tá Peter Fonda og Dennis Hopper í filminum ?Easy Rider? koyrdu á einar umbygdari Harley Davidson í 1969.