100 ára føðingardagur á Sandi

Í morgin fyllir Jóhanna Michalina Poulsen, fødd Åregård, á Sandi 100 ár

Stórur dagur er á Sandi fríggjadagin, tá Jóhanna Michalina Poulsen fyllir 100 ár. Jóhanna býr á Áargarði á Sandi, og í sambandi við føðingardagin er opið hús á Áargarði millum klokkan 14 og 16 har fólk eru vælkomin á gólvið at leska sær við einum kaffimunni og onkrum afturvið. Seinni, klokkan 17, bjóðar Sands Bygdaráð bygdafólki og gestum til døgurða í Ungmannafelagshúsinum Virkinum í sambandi við føðingardagin.

Jóhanna Michalina Poulsen er ættað Toppigarðinum á Sandi, og er hon yngst av seks systrum. Foreldur hennara vóru Hedavig Hentze og Rasmus Jóhansen.

Jóhanna giftist 28 ára gomul við Sigurd Poulsen, vanliga nevndur Sigurd á Túgvunum, og búsettu tey seg á Sandi og fingu trý børn, Heiðvíg, Hedvør og Rasmus. Jóhanna gjørdist einkja í 1975.

Seinastu árini hevur Jóhanna búð á pleygudeildini í Havn, men tá Áargarður á Sandi lat upp, flutti Jóhanna suður aftur at búgva.

Sosialurin ynskir Jóhonnu hjartaliga tillukku við føðingardegnum og ynskir henni Guðs signing framyvir.