Sunnudagin verður skipað fyri hátíðarhaldi í samband við, at 100
ár eru liðin, síðan fyrsti lestur á føroyskum varð lisin í Sandvíkar kirkju.
Theodor Dahl, sum tá var lærari í Sandvík, las lesturin.
Men tað fór ikki óátalað afturvið borðinum hjá myndugleikunum, at hann hevði
lisið lestur á føroyskum.
Og henda "brotsgerð" voldi Theodor Dahl so stórar trupulleikar, at hann
mundi mist starvið sum lærari.
Hátíðarhaldið byrjar í kirkjuni klokkan 12, har Niclas Sigurheim, lesur sama
lesturin aftur.
Síðan verður farið í Ranhøll, har ein góður biti verður, og Árni Dahl,
abbasonur Theodor, fer at greiða frá abba sínum.
Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur kirkjuráðið í Sandvík.