Árið fyri, sum salurin var bygdur, mánaskiftið januar/februar í 1906, vitjaðu Napoleon í Dali og Jóan Pauli við Neyst í Porkeri. Teir hildu møtir í skúlanum og komu fleiri til umvending, m.o. virkandi deknurin, Kristoffer Larsen og fleiri familjur í bygdini.
Seinni sama ár vitjar Brend í Suðuroynni og er hann eisini til møtir her í Porkeri. Árið eftir kemur missioner Danielsen eisini til Porkeris og hevur møtir, og vit síggja, at fleiri leggjast aftur at og verða doypt. Staðið, har dópurin fór fram var vesturi í dalinum, í gamla svimjihyli.
Martin Nielsen av Vatnsoyrum, vanliga nevndur stóri Martin, var eisini her suðuri í sambandi við, at telefon var løgd millum bygdirnar. Hann hevði eisini møtir her í bygdini – í einum pakkhúsi, og var tað til signing fyri fólk her.
Í fyrra helmingi av 1907 var so farið undir at byggja sal, sum fekk navnið Betania. Um heystið í 1907 stóð hann liðugur mitt í Skemmutúninum, har sum grastrýkanturin er í dag. Hesin salur hevði flata tekju.
Mynd var tikin av Porkeri sama heystið, og sæst salurin á henni. Myndina tók Arthur Brend í sambandi við, at hann var til møtir í bygdini og eisini gjørdi handilstenn til fólk. Hann tók eisini eina mynd uttanfyri av fólki, ið var á møti hendan sama sunnudagin.
Møtir vóru sunnudag og tórsdag, sum hava hildið fram heilt til dagin í dag. Sunnumorgun var breyðbróting. Síðan seinni um dagin var sunnudagsskúli og um kvøldið evangeliskt møti. Tórskvøld var bønarmøti.
Sum árini ganga, leggjast fleiri aftur at samkomuni, og í 1921 var nýggjur salur bygdur á sama stað sum tann fyrsti. Hesin hevði høga reising og tók meiri fólk.
Í 1970 bleiv vegurin breiðkaður gjøgnum bygdina, og var avgjørt at taka salin niður, av tí, at hann stóð so illa fyri. Grundøki var so fingið til nýggjan sal, og var hetta ikki so langt frá staðnum, har hinir høvdu staðið. So var farið í gongd við at byggja. Meðan hetta fór fram, vóru møtini hildin í húsinum hjá arbeiðsmannafelagnum, í Samvirkinum.
Í 1975 stóð so triðji salurin liðugur og var hann tikin í nýtslu mánaskiftið mai/juni. Hesin núverandi salurin er væl størri enn hinir fyrru. Umleið 100 fólk kunnu verða í sjálvum salinum. eisini er loft, sum tekur nakað av fólki og er kjallarin eisini innrættaður við einum minni sali og køki.
Regluligu møtini í dag eru: Sunnumorgun kl. 11.00 familjumøti. kl. 11.45 breyðbróting í salinum í erva og sunnudagsskúli í salinum í neðra. Tórskvøld kl. 20.00 bønarmøti.