Í sambandi við at Klaksvík fyllir 100 ár í 2008, fær Klaksvíkar kommuna hesaferð vitjan úr vinarbýnum Odense. Í kvøld verður fyrilestur hildin um henda føðibý H.C. Andersens Higartil hava Kópavogur og Norrkøping verið á vitjan í Klaksvík, og nú kemur vitjan úr Odense. Og klaksvíkingum so líkt skal hetta sjálvandi markerast við manér.
Mads Graves Larsen, kunningarleiðari fer í kvøld kl. 19:30 at hava eina áhugaverda kunning um Odense í býráðshøllini.
Henda markeringin heldur fram leygarkvøldið kl. 20, tá bólkurin The Kissaway Trail úr Odense fer at hava konsert í Atlantis.
Bólkurin hevur verið sera væl umtóktur seinastu tíðina, og varð innstillaður til tvær DMA virðislønir í ár ? eina fyri bestu rokk útgávu og eina fyri besta nýggja bólk.
Umframt hesi bæði er eisini tann kenda DUO LUNDE & KREBS við. Her er talan um trompetistin Mads Juul Lunde og Torben Krebs, ið er organistur við Ansgars Kirku í Odense.
Teir báðir fara at spæla til eina matiné í Christianskirkjuni leygardagin kl. 11, og teir spæla eisini við guðstænastuna í Fuglafirði sunnudagin
kl. 11.