Í dag er stórur hátíðardagur í Rituvík. Tey 12 børnini hjá Magnusi og Elsebeth Olsen hátíðarhalda sín samanlagda 1000 ára føðingardag í dag.
Byrjað varð klokkan 12 við guðstænastu í Rituvíkar Kirkju. Aftaná hetta varð myndatøka, og seinnapartin skuldu tey 12 systkini saman við makum og eftirkomarum møtast í kirkjukjallaranum í Fríðrikskirkjuni til eitt borðhald.
Tey 12 systkini eru Magnus Salomon (1920) Vensil (1921) Sára Malena (1923) Marin Fredrikka (1924) Arnholt Sofus Reinert (1925) Carl Sivar Lenny (1928) Elly Frederikka (1930) Ansgar Tummas Jaspur (1932) Jógvan Harry Sofus (1933) Mary Elina (1936) Amy (1937) og Arne Karstin (1938)
Her sæst ein kykmynd av teimum 12 systkunum uttanfyri Rituvíkar Kirkju : www.youtube.com/watch
Her sæst ein kykmynd, har systkini standa eftir aldri: www.youtube.com/watch
Her sæst og hoyrist ein samrøða við Arna, Carl og Amy uttanfyri Rituvíkar Kirkju: www.youtube.com/watch
Her sæst og hoyrist ein samrøða við ein av fyrireikarunum, Magnus Tausen, som er sonur Amy: www.youtube.com/watch
Her sæst tá ættarfólkini koma út, aftaná guðstænastuna í Rituvíkar Kirkju: www.youtube.com/watch