1000 tons av olju í havið

Aftur í dag eru avbjóðingar við veðrinum á leiðini, har skipið fór á land.

 

Sambært shippingfelagnum - Mitsui OSK - eru í minsta lagi 1000 tons av tungolju og diesel-olju likin í havið, síðan japanska skipið Wakashio, sum er skrásett í Panama, fór á land á frítíðaroynni, Mauritius.

Tað veit Reuters at siga í morgun.

Mitsui OSK sigur, at tað er í løtuni trupult at meta um, hvat oljuvanlukkan fer at kosta, og á Mauritius hava tey boðað frá einari umhvørviskreppu, síðan skipið fór at leka olju út í tað annars so krystalklára havið á leiðini.

Tað var hin 25. juli, at Wakashio fór á land við út við 4000 litrum av tungolju og diesel-olju umborð. Tað hava verið avbjóðingar við vánaligum veðri á leiðini, og sambært veðurforsagnum er eingin bati í veðrinum í dag heldur.