Ísrael váttar vápnahvíld

Higartil hevur Iran ikki alment váttað, at landið tekur undir við vápnahvíldaravtaluni

Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, váttar í morgun, at Ísrael er gingið við til vápnahvíld í krígnum við Iran, soleiðis sum USA kunngjørdi í gjárkvøldið.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í morgun.

 

Sambært útsagnum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, byrjaði vápnahvíldin stundisliga í morgun.

 

Ísraelski forsætisráðharrin sigur, at tað hevur eydnast Ísrael at beina burtur kjarnorkuhóttanina og vandan fyri ballistiskum rakettum úr Iran.

 

Benjamin Netanyahu takkar eisini amerikanska forsetanum fyri stuðulin í álopunum á Iran, og hann leggur aftrat, at Ísrael fer at svara máttmikið aftur, um vápnahvíldin á nakran hátt verður brotin.

 

Higartil hevur Iran ikki alment váttað, at landið tekur undir við vápnahvíldaravtaluni.

 

Í nátt segði iranski uttanríkisráðharrin, Sayed Aragchi, at eingin avtala um nakra vápnahvíld fyriliggur millum Iran og Ísrael.

 

Hann legði tó aftrat, at iransku krígsatgerðirnar fara at steðga, um Ísrael gevst við sínum "ólógligu aggressiónum" innan klokkan 05, okkara tíð, í morgun. 

 

Í morgun tíðliga segði ísraelski herurin, at raketthóttanin úr Iran er liðug, og ongar fráboðanir eru um álop úr Iran eftir klokkan 05 í morgun.

 

##med2##

 

 

 

Oyðileggingarnar í kríggi eru mangan øgililgar, og soleiðis er eisini í krígnum millum Ísrael og Iran