Í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt arbeiðsóhapp á eini smiðju. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at talan var um ein persón, sum fekk stóran skaða í ein fingur.
Løgreglan boðsendi Arbeiðseftirlitinum, sum skrivar frágreiðing um málið.
Annars hevur verið friðarligt hjá løgregluni seinasta samdøgrið, sigur vaktleiðarin. Men í gjár kom eisini ein fráboðan um, at tríggjar gæs vórðu yvirkoyrdar í Kollfjarðadali. Tríggjar teirra doyðu.