Amerikonsk jagaraflogfør á flogi yvir Grønlandi

Amerikonsk jagaraflogfør hava hesa vikuna flogið yvir Grønlandi við stuðli frá flogførum frá donsku verjuni.

Hesum boðar danska verjan frá á heimasíðuni.

Endamálið við vitjanini hjá amerikanarum var at "vísa sína nærveru" og venja samstarv við Danmark í Arktis, sambært Verjuni.

Talanv ar um tvey amerikonsk F-16 flogfør og tvey F-35 flogfør, umframt tvey loftfyllingarflogfør. Teir fingu stuðul frá Hercules og Challenger flogførum frá donsku verjuni.

Vitjanin var á amerikansku hernaðarstøðini Pituffik Space Base, sum liggur í útnyrðingspartinum av Grønlandi.