»Eg ynski so brennandi at liva« – stuðulskonsert fyri Ivonnu Johansen í kvøld

Í kvøld verður eitt heilt serligt kvøld í Perluni. Eitt kvøld við tónleiki, kærleika og samanhaldi.

Stuðulstiltakið »Eg ynski so brennandi at liva“ er ætlað Ivonnu Johansen, sum í sjey ár hevur stríðst við krabbamein og nú hevur funnið eina vón í eini viðgerð í Týsklandi – men viðgerðin kostar nógv. Tí hava vinfólk hjá Ivonnu tikið stig til hesa stuðulskonsertina.

 

  • Tónleikur: Safir, Dorthea H. Dam, Jam Bois (við Boga, soni Ivonnu) og Uni Debes
  • Dyrnar lata upp kl. 19.00 og konsertin byrjar kl. 20.00
  • Atgongumerki: 175 kr. – tú kanst eisini stuðla við meira 
  •  List til sølu: Verk eftir Ivonnu sjálva

 

Alt arbeiðið er sjálvboðið, og hvør ein króna fer beinleiðis til viðgerðina.

Stuðul kann eisini sendast á konto 9181-6084933 (viðmerk: Ivonna).

Ver við, deil hesi boðini, og hjálp Ivonnu at fáa møguleikan at liva tað lívið, hon stríðist fyri.

 

  • Perlan, Havn – Leygarkvøldið 11. oktober kl. 19.00
  • Atgongumerki: 175 kr.