Vilhelm skoraði sjey mál í heimasigri hjá Hannover-Burgdorf

Talan var bert um annan sigurin hjá Hannover Burgdorf í hesum kappingarárinum

Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf fingu í dag ein hart tiltrongdan sigur á heimavølli í ZAG Arena høllini frammanfyri 7.771 áskoðarum.

 

Hannover vann 32-30 á Eisenach. Í steðginum vóru Vilhelm og liðfelagarnir á odda 17-14. Talan var bert um annan sigurin hjá Hannover í hesum kappingarárinum.

 

Tað gekk væl hjá Vilhelmi, ið skoraði sjey mál í átta málroyndum, og næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum. Vilhelm var eisini noteraður fyri eitt upplegg til mál (assist). Toppskjútti hjá Hannover við heili 13 málum var Marius Steinhauser.

 

Hannover er fjórðaftast í deildini við fýra stigum fyri sjey dystir.