Vendsyssel vann triðja dystin á rað

Kjartan Johansen var næstbesti málskjúttin hjá Vendsyssel

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Vendsyssel spældu í dag dyst á heimavølli í næstbestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Í Vendsyssel Idrætscenter eydnaðist tað Vendsyssel at vinna 33-27 á TIK Taastrup. Vendsyssel var á odda 16-12 í steðginum.

 

Kjartan var við seks málum næstbesti málskjúttin hjá heimaliðnum.

 

Talan var um triðja sigurin á rað hjá Vendsyssel, ið er nummar sjey í deildini við átta stigum fyri sjey dystir. 

 

Komandi leygardag klokkan 14 verður føroyingauppgerð. Tá taka Leivur Mortensen, Jónas G. Djurhuus og liðfelagarnir í HC Keypmannahavn móti Vendsyssel á heimavølli.