Ísak Vedelsbøl og liðfelagarnir í Sävehof høvdu í dag torføran útidyst á skránni móti toppliðnum, Kristianstad í bestu svensku hondbóltsdeildini.
Hóast Kristianstad hevði eina greiða favorittstøðu eydnaðist tað Ísaki og liðfeløgunum at vinna ein flottan 34-30 sigur. Í steðginum var Sävehof á odda við fýra málum, 19-15, og tað eydnaðist at halda munin í seinna hálvleiki.
Ísak skoraði fýra mál, og hann legði eisini upp til eitt mál (assist).
Sävehof er nú fjórðfremst í deildini við átta stigum fyri átta dystir. Hammarby, Kristianstad og Malmö eru fremst við 11 stigum hvør.
Týsdagin klokkan 17.45 spælir Sävehof dyst á útivølli í EHF European League. Dysturin verður móti slovakiska liðnum, Presov.