1012 fólk enn eftirlýst 25 ár eftir fólkadráp

Í dag eru 25 ár síðani fólkadrápið byrjaði í Rwanda. Nógv eru enn í dag ikki revsað.

Við knívum, spískum skrúvubløðum og spjótum vórðu hundraðtúsundtals fólk úr etniska minnilutanum tutsium dripin í Rwanda tíðliga á vári í 1994.

Sjálvt um tað í dag eru 25 ár síðani fólkadrápið byrjari, so eru nógv ikki enn drigin til svars fyri  tey 800.000 drápini og ótaldar ræðugerðir.

Tað halda granskarar frá serdeildini GFTU, deildin hjá Rwanda fyri at kanna fólkadrápið. GFTU hevur sett fram 1012 altjóða handtøkuboð upp á mistonkt í 32 londum.

– Rættvísi skal fremjast. Fólk skulu handtakast og fyri ein dómara, annaðhvørt fyri at verða reinsað ella dømd, sigur Faustin Nkusi, sum er talsmaður fyri ákæruvaldið, sum heldur eygað við arbeiðinum hjá eindini, við AFP.

Nógv av teimum eftirlýstu verða hildin at vera flýdd til onnur afrikonsk lond. Men nøkur teirra verða hildin at vera í Evropa, Norðuramerika og í Avstralia.

Fólkadrápið byrjaði, eftir at eitt flogfar við táverandi forsetanum, hutuanum Juvenal Habyarianas, varð skotð niður, júst sum tað skuldi lenda.

Tað var tann 6. apríl í 1994 og var tað, sum av álvara setti gongd á vreiðina hjá hutuarunum, sum í tíggjutals ár høvdu kent seg illa viðfarnar av tutsium.

Í dimmalættingini dagin eftir fóru hutuarar úr á gøturnar, og í umleið 100 dagar vóru dráp á skránni. Tá drápini umsíður endaðu, flýddu nógv av illgerðarfólkunum av landinum.

Øjvind Kyrø, tíðindamaður, minnist enn hendan apríldagin, tá hann fór um markið til miðafrikanska landið fyri at viðgera hópdrápini.

Har var ein gjøgnumtreingjandi søtligur deymur av rotnum líkum í luftini.

– Allastaðni sá eg menn í bólkum, sum gingu við longum knívum í hondunum á veg út at drepa tutsiar. Kring um á gøtuhornum sást roykur frá smáttum, har teir longu høvdu dripið, sigur hann.

Á fyrstu degi sínum í Rwanda, sum Kyrø kallar sláturhús, varð hann steðgaður av vápnaðum monnum, sum enn høvdu frískt blóð drippandi úr ørmunum.

Kyrø er dani og ikki tutsi, so hann slapp.

– Eg havi skrivað um 20 kríggj, statskvett og borgarakríggj. Men Rwanda er tað ringasta, eg nakrantíð havi upplivað. Tað var likamsligt, sigur Øjvind Kyrø.

Í dag er landið spjatt, men klárar seg nøkulunda búskparliga, og trygdin er høg.

Tað sigur  Simon Turner, lektari, sum granska í millum annað fólkadrápi við Københavns Universitet.

– Hutuar og tutsiar kunnu i dag virka væl saman. Teir líta ikki á hvønnannan, og teir tora ikki at siga hvørjum øðrum og nógv. Men teir virka saman.

– Harumframt eru tað munandi færri fólk, sum verða gift tvørtur um etniska markið, sum fyri fólkadrápið. Tað er løgið, tí tað alment hvørki eru etniskir bólkar ella mismunur. Men fólkadrápið hevur skapt eina gjógv.

 

/ritzau/