Fyri 102 árum síðani var Andras Samuelsen úr Vík valdur á ting fyri nýstovnaða Sambandsflokkin. Hann gjørdist floksformaður í 1924. Hann var eisini føroya fyrsti løgmaður eftir heimastýrislógina í 1948. Hann gavst í politikki í 1950. Hann var sostatt virkin politikari í 44 ár.
Sonur Andras, Trygvi Samuelsen, sakførari í Havn, varð valdur á ting í 1943-46 og fekk aftur sæti á tingi í 1949 og sat fram til løgtingvalið í 1974, tá hann ikki varð valdur. Tá vann Pauli Ellefsen sessin hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy í staðin.
Í 1978 var abbasonur Andras, Eilif Samuelsen, valdur á ting, og hann sat til løgtingsvalið í 1990, tá abbadóttir Andras og mamma Georg L. Petersn, Lisbeth L. Petersen, varð vald á ting. Hon hevur sitið síðani og stillar ikki uppaftur hesaferð.
Sostatt hevur ættin hjá Andras Samuelsen havt sæti á tingi seinastu 102 árini – burtursæð frá tíðarskeiðnum 1974 til 1978.
19. januar komandi fer so at vísa, um Georg L. Petersen megnar at lyfta tyngsta politiska arvin í Føroyum.