Tað boðar tíðindastovan AFP frá í dag.
- Í einum serligum átaki vórðu líkini av gíslunum Ofra Keidar, Yonatan Samerano og stabssersjantinum Shay Levinson heintað úr Gazageiranum í gjár, skrivar herurin í eini fráboðan.
Samerano varð dripin undir álopinum á Ísrael 7. oktober 2023 og fluttur til Gaza. Tað sama er galdandi fyri Keidar og Levinson, sum sambært fráboðan frá ísraelska herinum "bardust móti yvirgangsmonnum 7. oktober og doyðu í bardaga".
Eftir at gíslarnir eru heintaðir, eru sambært tíðindastovuni Reuters 50 gíslar eftir í Gaza. Einans 20 av teimum verða hildin at vera á lívi.
/Ritzau/