Umstøðurnar kring Svangaskarð fáa seg rættiliga royndar til landsdystin leygardagin.
Vanliga eru hampuliga nógv fjølmiðlafólk til landsdystirnar hjá okkara liði, men tá talan er um Sveis, gerst talan um heilt serliga støðu. Ikki minst, tí dysturin her skal produserast á fleiri málum. Týskum, italienskum og fronskum ? umframt føroyskt sjálvandi.
Í alt er talan um 104 fjølmiðlafólk, sum hava biðið um pláss við Svangaskarð til dystin. Av hesum telja skrivandi miðlar 35 fólk, umframt at hesi hava 14 myndafólk knýtt at sær.
Útvarp Føroya hevur saman við úlendskum útvarpsstøðum til samans 11 fólk á staðnum, og so er tað altso sjónvarpið.
Her hevur Sjónvarp Føroya, sum stendur fryi sjálvandi framleiðsluni 24 fólk á staðnum, og hartil koma so tilsamans 16 útlendsk sjónvarpsfólk, sum hava til uppgávu at fáa dystin varpaðan út á røttu málunum.
At enda er so talan um fýra teknisk hjálparfólk, sum eru knýtt at útlendsku út- og sjónvarpsstøðunum.